Nú sætti flokkur byrjar aftur
Góðu næmingar í sætta flokki og foreldur
Nú fara vit aftur í skúla mánadagin 18.05.2020. Eg gleði meg at síggja tykkum øll aftur.
Tá tit koma í skúla, skulu tit, brúka hurðina til køkin aftanfyri skúlan. Tit skulu í tykkara egnu stovu. minst til at taka øll skúlatingini við í skúlan aftur.
Tá tit koma inn, skulu tit vaska tykkum um hendurnar, seta skógvarnar og hanga jakkarnar inni í køkinum og síðani fara tit inn í stovuna. Tit sita á tykkara plássi, ikki ganga runt í stovuni.
Tað eru ymiskar reglur, sum eru galdandi, nú tá tit fara í skúla aftur. Eg skal kunna tykkum allar tær nýggju leiðreglurnar mánamorgunin. Eg havi eisini lagt ymiskar leiðreglur inn á boðklivan hjá tykkum og inn á tíðindir.
Síggjast
Vinarliga
Kristianna Jacobsen, fyrstilærari