Boð

FYRISØGN 13 - TRÝST Á MYNDINA

‘Við á Trillibøruferð kring Norðurlond’ er ein barnaframførsla, ið verður framførd av Bergi og Lonu, har børnini verða drigin við á eina ferð gjøgnum villar søgur, sangir, ljóðmyndir, tónleik. Til summar tíðar verða børnini eisini partur av sjálvari framførsluni við dansi, rørslu og sangi. Framførslan er skrivað út frá egnum upplivingumm sum Bergur og Lone hava havt á teirra ferðum í Norðurlondum. Ynski er, at børnini fara heim við einum áhuga fyri Norðurlondum og einari kenslu av, hvussu spennandi og fjølbroytt Norðurlond eru.


“Við tveimum bananum og einari kannu av vatni, kanst tú ferðast langt.”
Við øðrum orðum: Hugflogið er beint her – tú skalt bara taka tað!

 

Rørslu-fagnaður

Í samband við útivikuna hjá Sunda kommunu verður skipað fyri rørslufagnaði við Margáir hósmorgunin 22. mai kl 10.00 - 12.00. Vit vilja síggja so nógv ymisk fólk røra seg saman sum møguligt. Á skránni er ein stuttlig upphiting við einum stuttligum kendum persóni og eftir hetta fer fagnaðargongan við lívgandi tónleiki og øllum teim luttakandi avstað ígjøgnum Streymnes og Hvalvík (ca. 3 km). Um tú ikki megnar allan túrin, kanst tú altíð venda við. Tað snýr seg mest um at luttaka. Tú er hjartaliga vælkomin við høkjum, koyristóli, stavi, barnavogni osv.
Aftaná gongutúrin verður skipað fyri ymiskum spølum og virksemi við Margáir, har øll kunnu taka lut.
Sunda kommuna bjóðar vatn og frukt. Øll eru hjartaliga vælkomin at taka matpakka við.

At hava við til floksins tíma

 

11. 03. - Kristina

17. 03.  - Ester

24. 03.  - Silas 

31. 03.  - Sámuel 

01. 04. - Ólavur 

08.04. - Niels Dávid

28.04. - Sesilia 

06.05. - Anna 

13.05. - Teresa

20. 05. - Pól Óðin

Samrøðubólkur byrjar aftur.

Nú er aftur møguleiki at melda til samrøðubólkar fyri børn/ ung hvørs foreldur eru farin frá hvørjum øðrum. sí. Tíndi hjá hvalvíkar skúla.

Nýggj tímatalva

Broytingar eru gjørdar í tímatalvuni og sostatt er tímatalvan dagførd.

UM tað framvegis vera framdar broytingar, frætta tit nærri.

Myndatøka

Fríggjadagin 8 nov. verður myndatøka. Næmingarnir hava fingið ein lepa heim við, sum teur skulu hava við aftur í seinasta lagið 7. nov.

Bókalummin – bøkur at lesa heima og uppgávur at loysa.


Næmingarnir hava fingið hvør sín bókalumma heim við í dag. Bókalummin er ætlaður sum einstaklinga lesing, t.v.s. tey koma ikki at fylgjast.  
Lesið 15 minuttir hvønn dag. Tá bókin er lisin, skal ein vaksin vátta, at bókin er lisin. Síðani skulu uppgávurnar gerast - uppg. telja við í teir 15. min. Eftir hetta fær barnið eina nýggja bók í skúlanum.

Eru spurningar ella ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg á tlf. 509099 
Vinarliga Durita