Skúlin
Eingir lutir

Kunning um skúlastýrisvalið 12.novembur

Týsdagin 12. novembur verður skúlastýrisval.

Atkvøðugreiðslan verður í ítróttarhúsinum við Margáir, í sama høli sum kommunuvalið fer fram.

Tey sum stilla upp eru:

  • Gunnvá Wang Jacobsen
  • Leif Niclasen
  • Knút Jacobsen
  • Sonja Dalsgaard Nolsøe
  • Hanna Ólavsdíttir Reinert

Tað eru bert tey, sum hava foreldramynduleika sum hava valrætt og valbæri til skúlastýrisval.

Gott val.

 

 

 

 

 

Góðu tit 

Nú tað stundar til skúlastýrisval, er tað týdningarmikið at foreldur at børnum í skúlanum vita, um tey hava atkvøðurætt.

 

Hvør hevur atkvøðurætt?

  • Foreldur hava atkvøðurætt, um tey eru løggildu foreldur at barninum, sum gongur í skúlanum. Hetta merkir, at tað er neyðugt at hava foreldramynduleika fyri at hava atkvøðurætt. Hetta eiga foreldur at vare kunnað um. Um tey eru í iva, um tey hava atkvøðurætt, er her ein máti at kann, um men hevur foreldramynduleika/atkvøðurætt.

Havi eg sum foreldur atkvøðurætt?

À vanganum (app):

  • Far til "vangamynd"
  • Niðast í síðuni stendur "Børn undir 18 ár"
  • Um barnið/børnini standa har, hevur tú foreldramynduleika

Um tú ikki ert skrásett/ur rætt:

  • Vend tær til familjufyrisitingina ( um tú ert ógift/ur)
  • Vend tær til lokala prestin, um tú ert gift/ur
  • Báðir mynduleikar hava beinleiðis atgongd til fólkayvirlitið ( FOLK)- Kervi er knýtt í FOLK

Møguligar misskiljingar

  • "fráboðan av faðirskapi" og "fráboðan av avtalu um felagsforeldarmyndugleika" eru ikki tað sama
  • Tað seinna er neyðugt fyri at hava atkvøðurætt til skúlastýrisvalið

 

Týdningarmikið at minnast til 

Foreldur, sum eru í iva, eiga at kanna málið og venda sær til viðkomandi mynduleikar um neyðugt, so tey kunnu tryggja sær atkvøðurætt til skúlastýrisvalið.

Ynskir man at stilla upp, men ikki hevur møguleika at vera til staðar kann man skriva ein teldupost til hvv@skulin.fo

Gott val!