Samrøðubólkur byrjar aftur.
Nú er aftur møguleiki fyri at melda seg til samrøðubólk fyri børn/ung hvørs foreldur eru farin frá hvørjum øðrum.
Um nóg nógv tekna seg er ætlanin hesaferð at hava bólk fyri næmingar í 2. - 4. flokki.
Tó eru allir næmingar frá 2. - 10. flokk vælkomin at melda seg til.
Tilboðið vendir sær til øll børn/ung, sum hava foreldur, sum eru farin hvør til sítt, líka mikið um tað nýliga er hent ella tað liggur fleiri ár afturi í tíðini.
Samrøðubólkurin er ætlaður sum fyribyrgjandi tilboð. Talan er ikki um terapi, men vit vilja geva børnunum og ungum møguleika til at seta sína lívsstøðu inn í eitt størri høpið. Hetta gevur teimum konkret amboð til at takla/megna tær kenslur og tankar, tey ganga og stríðast við.
At møta øðrum, sum hava upplivað okkurt líknandi teirra egna, kann hjálpa børnum og ungum í ikki at kenna seg einsamøll, skeiv ella ónormal. Tað kostar einki at vera við í samrøðubólki.
Ætlanin er, at bólkurin hittist 7 ferðir í Skúlanum við Streymin, hósdagar frá kl. 1245 - 1415.
Melda til sum skjótast gjørligt ella í seinasta lagi týsdagin 4 februar.
Tit kunnu ringja ella skriva til okkum á tlf. 584538 katrin.hoejsted@skulin.fo ella á tlf. 562378 klarat@gigni,fo
Blíðar heilsanir
Karin Højsted, AKT lærari og Klara í Túni Jakobsen, heilsufrøðingur.