Tíðindi
11. 11. 2019

Katrina fekk heiðursmerki

Týsdagin 05.11.19 fekk Katrina Svartá handað heiðursmerki frá Margrethe 2 drotning.

Katrina Svartá hevur verið vaskikona í Hvalvíkar skúla í 40 ár og er tað enn í dag. 

Heðin Zachariasen, borgarstjóri, segði nøkur orð á kommunuskrivstovuni og handaði síðani Katrinu heiðursmerkið frá Margrethu drotning 2.

Sjúrður Ferjá, fyrrverandi fyrstilærari og kommunustýrisformaður í Hvalvíkar kommunu, segði eisini nøkur orð. Tað var hann í síni tíð, sum setti Katrinu í starv sum vaskifólk í Hvalvíkar skúla.

Hetta er fyrstu ferð, at starvsfólk í Sunda kommunu fær slíkan heiður. Vit vilja ynskja Katrinu hjartaliga til lukku við heiðrinum.

23. 09. 2023
Í samband við mentan­arvikuna súkklaðu vit til Saksunar
19. 01. 2026
Innskriving
05. 01. 2026
Skúlin letur upp kl. 7:45 og lærarir møta kl. 7:50
27. 11. 2025
28-01-26 øll Starvs­fólk á skeið
26. 11. 2025
Jóla­upplestur 1. fl.
18. 09. 2025
Foreldrafundur
15. 09. 2025
Nú byrja samrøðu bólkar aftur