Náttúra og tøkni 1. Spurningar til “Sansarnir” s. 66 – 70.
(Heimasetningur til 27/3-20.)
Svara spurningunum í skriviheftið.
Til hvønn spurning, skulu tit skriva ein stuttan lesiligan tekst.
At síggja og føla s. 66 – 70.
1. Greið frá, hvussu vit síggja. s. 66 (við tínum orðum)
2. Greið frá, hvat hendir, tá vit síggja eina blómu. s. 67 (við tínum orðum)
3. Eru nógvir litir í ljósi?
4. Hvat hendir, um tú tekur eina prismu og lýsir ígjøgnum hana?
5. Hvørjir litir verða brotnir í ælaboganum ?
6. Hvussu vorðin er sjónopnan?
7. Hvørjir litir kann lithinnan hava?
8. Hvussu verður lithinnan nevnd á latíni?
9. Hvat er tað ið gerð, at sjónopnan veksur og minkar?
10. Hvat hendir við sjónopnuni:
a. Tá tað er ljóst?
b. Tá tað er skýmligt?
11. Hvat er tað, ið húðin hjá okkum hevur nógvar milliónir av?
12. Um vit nerta við okkurt hvast, hvat gera nervarnir so?
13. Hvar hevur menniskja serliga nógvar nervar?
14. Liggja nervarnir líka tættar allastaðni á kroppinum?
15. Hvussu kanst tú finna útav, hvar nervarnar ið boga frá pínu, liggja tættastar?
16. Eru tað eisini aðrir hættir, har tú kanst finna útav, hvussu tættar nervarnar liggja?
a. Um ja, Hvussu?