Lesibók

Næmingarnir hava fingið eina lesibók heimvið.
Lesið 10 min í lesibókini. Skriva í lesikortið hvussu nógvar síður barnið hevur lisið. Síðani skulu tit vátta at barnið hevur lisið heima. Bókin skal lesast tríggjar ferðir, áðrenn tey fáa nýggja bók.
Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í Súluni.
Myndirnar í bókini siga eina søgu, sum prátast kann um. Teksturin er tilætlað skrivaður við einans teimum fyrstu bókstavunum og kann tí ikki í sær sjálvum siga søguna. Hann er ætlaður at læra næmingarnar at lesa við at avkoda. Í tekstinum eru nógvar endurtøkur. Samanlagt kann bókin við orðum og myndum geva næminginum eina góða uppliving av at hava lisið eina bók.
Gevið gætur: Nøkur hava fingið eina gula og onnur eina bláa. Vit fylgjast ikki í hesum lesibókunum - tað fara vit at gera seinni í aðrari bók.