Tíðindi
21. 05. 2025

Rørslufagnaður

Í samband við útivikuna hjá Sunda kommunu verður skipað fyri rørslufagnaði við Margáir hósmorgunin 22. mai kl 10.00 - 12.00. Vit vilja síggja so nógv ymisk fólk røra seg saman sum møguligt. Á skránni er ein stuttlig upphiting við einum stuttligum kendum persóni og eftir hetta fer fagnaðargongan við lívgandi tónleiki og øllum teim luttakandi avstað ígjøgnum Streymnes og Hvalvík (ca. 3 km). Um tú ikki megnar allan túrin, kanst tú altíð venda við. Tað snýr seg mest um at luttaka. Tú er hjartaliga vælkomin við høkjum, koyristóli, stavi, barnavogni osv.
Aftaná gongutúrin verður skipað fyri ymiskum spølum og virksemi við Margáir, har øll kunnu taka lut.
Sunda kommuna bjóðar vatn og frukt. Øll eru hjartaliga vælkomin at taka matpakka við.

21. 05. 2025
Rørslufagnaður
22. 04. 2025
Spælibólkar og foreldraráð
09. 02. 2025
Vit hava vetrar feriu í viku 7
07. 02. 2025
Vit hava vetrar feriu í viku 7
03. 01. 2025
Nýggj tímatalva
19. 11. 2024
VIT SKRIVA JÓLAKORT
31. 10. 2024
Myndatøka