Tíðindi
09. 09. 2024

Næmingaráðsval

Í dag hava allir næmingarnir verið á vali og hava valt teirra umboð í næmingaráðið. Hesi fýra Òlavur, Ester, Niels Andreas og Døgg vunnu valið, og koma at manna næmingaráðið í Hvalvíkar skúla skúlaárið 24/25:

Hvalvíkar skúli hevur eitt næmingaráð, ið er mannað av tveimum næmingum úr 1. flokki og tveimun úr 3. flokki, umframt einum lærara, ið vegleiðir og leggur teimum lag á. Endamálið við næmingaráðnum er, at næmingarnir læra at taka lut í einum fólkaræðisligum samfelagi, og at teir fáa høvi at hava ábyrgd og ávirkan á egnan skúladag.

Hugurin at stilla upp var sera stórur, 18 næmingar stillaðu upp. Valevnini fingu møguleika at greiða frá, hvat tey vilja arbeiða fyri - eins og á einum vanligum valfundi. Tað var hugtakandi at uppliva og hoyra allar tær góðu valtalurnar. Næmingarnir høvdu fyrireika seg væl. Vallyftini vóru eisini mong og góð. Úr rúgvuni kann nevnast


• Størri og betri spælipláss
• Spælihús í garðin
• Fríðka um skúlagarðin
• Kiosk/kafé á skúlanum
• Spælidag
• Veitslu/hugnakvøld
• Mála skúlan
• Longri fríkorter
• Møta kl. 10.00
• Gera skúlagarðin, so hann ikki er brotin.
• Fleiri og betri bóltar

 

23. 09. 2023
Í samband við mentan­arvikuna súkklaðu vit til Saksunar
22. 04. 2025
Spælibólkar og foreldraráð
04. 04. 2025
Tólvta mars á Grækarismessu kemur okkara tjaldur. Ja, vit kenna tjaldrið væl, tí nýtist einki spjaldur. Svart og hvítt, við longum reyðum nevi, longum beinum. Syngur vakurt, flýgur fagurt, hvílir seg á steinum. Børnini í Streymnesi og Hvalvík eru f
24. 02. 2025
Skeið til foreldur, ið ikki liva saman - Várið 2025
24. 02. 2025
Foreldrasamsamstarvsskeið
24. 02. 2025
https:/­/­famf.fo/­foreldrasamstarvsskeid?_l=fo
09. 02. 2025
Vit hava vetrar feriu í viku 7