Tíðindi
29. 09. 2023

Lesi- skrivivika

Komandi vika verður ein tímatalvuleys vika. Hesa vikuna hava vit eitt lesi- og skriviátak, har føroyskt er í brennidepilinum. Tann vanliga tímatalvan er ikki galdandi í viku 40.

Dagurin byrjar kl. 08:00 og endar kl. 11:20.

Vit fara at nýta ymsar frálæruhættir, eitt nú spøl, rørslu o.a. Eisini fara tey at lurta eftir søgum, lesa og skriva. Næmingarnir fara at arbeiða í bólkum og einsæris. Tá vikan er liðug, hava næmingarnir nomið sær arbeiðshættir á ein øðrvísi og góðan hátt.

Vit enda vikuna við einum handaligum verkstaði, har næmingarnir nálatøva sær ein lesibólt.

Endamálið við átakinum er millum annað at strimbra lesihugin og menna orfeingið hjá næmingunum.

Tey skulu hava pennahúsan við allar dagar.

Myndir frá vikuni koma út á heimasíðuna so við og við.

Vinarliga

Hvalvíkar skúli. 

05. 07. 2024
Ymiskar myndir :) takk fyri árið og gott summar :)
11. 02. 2024
Kvøða
29. 12. 2023
Desember í myndum
29. 12. 2023
Vinnarin funnin
12. 12. 2023
Skúla­stýrið skrivað kunningarskriv
03. 11. 2023
Mín jólabók 2023
01. 11. 2023
Listaleypurin