Skúlabyrjan hjá sætta flokk
Skúlabyrjan hjá sætta fl.
Góðu foreldur og næmingar
Nú vit byrja aftur er umráðandi, at vit fylgja nøkrum yvirskipaðum leiðreglum soleiðis, at vit fyribyrgja smittu. Í hesum sambandi fara vit at heita á tykkum foreldur og avvarðandi um at hjálpa okkum við hesum og tosa við børnini um hetta, áðrenn tey koma aftur í skúla. Tað er sera umráðandi, at børnini kenna seg trygg, og latið tí børnini vita, at tey vaksnu fara at hjálpa teimum at minnast til at gera tað, sum gerast skal í samband við fyribyrging.
Nú, tá næmingarnir í sætta flokki hava verið heima síðani 16. mars, koma teir ikki aftur til somu umstøður, sum tey fóru frá. Skúladagurin verður nógv broyttur, og tey fara at hava lærarar, tey ikki eru von við í onkrari lærugrein. Um vit síggja, at onkrar tillagingar mugu gerast, kunna vit tykkum á heimasíðuni. Vónandi fara tey øll tó at trívast undir hesum broyttu umstøðum.
Av heilsuávum eru nógv ymisk atlit at taka, tá ið næmingarnir koma í skúla. Skúlin hevur fingið eitt tilmæli frá korona-ráðgevingini, sum vit fara fylgja. Hetta snýr seg serliga um frástøðu og reinføri.
Mannagongdin í samband við reinføri:
- Vit vaska okkum um hendurnar, tá vit koma í skúla
- Vit spritta hendurnar, tá vit fara í fríkorter og vaska okkum um hendurnar, tá vit koma inn aftur.
- Vit vaska okkum um hendurnar, áðrenn og aftaná vit hava etið.
- Vit vaska okkum um hendurnar, tá vit hava verið á vesi.
- Vit vaksa okkum um hendurnar eftir at hava snýst okkum, ella tá vit hava hostað/nosið í hendurnar ella í eitt einnýtislummaturriklæði.
- Vit vaska okkum um hendurnar við jøvnum millumbilum (í minsta lagi annanhvønn tíma)
- Vit vaska ella spritta hendurnar, tá vit fara úr skúlanum.
Reinføri í skúlanum:
- Skúlin verður vaskaður dagliga. Hurðar, handtøk, borðini, vøsk og vesini v.m. verða sprittað hvønn dag.
- Harafturat verður vaskað og sprittað meðan næmingarnir eru í skúla. Her verður hugsað um handtøk, hurðar og ves v.m.
Vónandi kunnu tit foreldur og avvarðandi minna børnini á:
- At minnast til at halda frástøðu.
- At gerandisdagurin í skúlanum er broyttur.
- Minnast til hondreinføri.
Omanfyri nevndu leiðreglur eru komnar frá myndugleikunum, og fara vit sum skúli at fylgja hesum, so væl vit kunnu.
Vit vilja takka tykkum foreldrum og avvarandi fyri, at tit eisini gera tykkara besta fyri at fylgja hesum leiðreglum. Leiðreglurnar verða dagførdar, so hvørt nýggj kunning kemur, ella um broytingar koma í.
Um tit hava spurningar um eitthvørt, kunnu tit ringja til flokslæraran ella fyrstalæraran.
Um næmingur hevur sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skulu tit seta tykkum í samband við læknan, hava barnið heima og gera eftir vanligu tilmælunum um sóttarhald. Tit fáa eisini fráboðan frá skúlanum, um onkur í flokkinum, ella persónur, sum er um flokkin fær staðfest korona.
Um tit meta, at tykkara barn er í serligum vandabólki, mugu tit tosa við læknan um, hvørt tað er ráðiligt, at barnið kemur í skúla.
Vónandi fara vit framhaldandi at samstarva væl um hesa avbjóðing, so undirvísingin fer at virka væl, og næmingarnir framhaldandi fara at læra og mennast.
Vinarliga
Kristianna Jacobsen, fyrstilærari