Skilnaðarpolitikkur

Hjúnaskilnaður og sjálvhjálparbólkar

Fyri okkum á skúlanum er tað týdningarmikið, at børn trívast og hava tað gott, vit vilja vera ein aktivur partur í teirra dagligdegi og menning.

Hjúnaskilnaður er ein av avbjóðingunum, sum nógvar familjur møta í okkara tíð – triðja hvørt barn í Føroyum upplivir innan 18 ára aldur, at foreldur fara hvør til sítt. Hjá nógvum børnum og ungum ber skilnaðurin sorg og nógvar tankar við sær. Líka mikið um skilnaðurin hevur verið lagaligur ella fullur av ósemjum, so vísa royndir, at børnini stríðast við spurningar, sum tey kunnu fáa stóra gleði av at deila við onnur í einum tryggum og uttanveltaðum (neutralum) umhvørvi.

Hetta vilja vit fyrihalda okkum jaliga (konstruktivt) til her í skúlanum. Tvey av okkara starvsfólkum (heilsufrøðingur og AKTlærari) hava tí verið ígjøgnum eina útbúgving í at leiða sjálvhjálparbólkar á Center for Familieudvikling í Dk.

Sum eitt nýtt tilboð kunnu vit tí nú framyvir bjóða børnum, har foreldur eru farin frá hvørjum øðrum at vera við í einum samtalubólki, har tey fáa møguleika at deila sínar tankar og kenslur í mun til skilnaðin við børn/ung í somu støðu.

Sjálvhjálparbólkurin heldur til í hølunum hjá heilsufrøðinginum í Skúlanum við Streymin, børnini fáa møguleika at koma fram við sínari søgu og hugsanum, sum tey uppliva at hava týdning fyri tey, tagnarskilda ræður, tvs at bólkaleiðararnir bera ikki upplýsingar víðari til onnur – hvørki skúlaleiðslu ella foreldur.

Sjálvhjálparbólkarnir eru ætlaðir sum eitt fyribyrgjandi tilboð. Talan er ikki um terapi, men vit vilja geva børnunum møguleika til at seta sína lívsstøðu inn í eitt størri høpi (perspektiv), og geva teimum konkret amboð til at takla/megna tær kenslur og tankar, sum tey ganga og stríðast við. Royndir vísa, at børn læra nógv av at spegla sær í javnaldrandi og at tala saman um teirra royndir í barnahædd. At møta øðrum, sum hava uppliva okkurt líknandi teirra egna, kann hjálpa børnunum í ikki at kenna seg einsamøll, skeiv ella ónormal.

Tað kostar einki at vera við í sjálvhjálparbólki, og tað er upp til ein sjálvan, um mann vil vera við ella ikki. Ætlanin er at sjálvhjálparbólkurin hittist 2. hvørja viku 8 ferðir á skúlanum, yvir 4 mánaðir. Tað tekur uml 1½-2 tímar hvørja ferð. Tilboðið um at vera við í sjálvhjálparbólki vendir sær til øll børn/ung sum hava foreldur, sum eru farin hvør til sítt, líkamikið um tað nýliga er hent ella tað liggur fleiri ár afturi í tíðini.

Center for Familieudvikling hevur eina heimasíðu www.børnegruppen.dk við upplýsandi tilfari um sjálvhjálparbólkar, síðan vendir sær til fakfólk, foreldur og onnur, sum hava áhuga í evninum.