Tíðindi
30. 04. 2020

Stuðulsstarv

Hvalvíkar skúli er ein tveyflokkaður skúli frá 1. – 3. flokk

Virðisgrundarlag skúlans er:

 Friður byrjar við mær.

Stuðulsstarv í Hvalvíkar skúla skúlaárið 2020/21

Hvalvíkar skúli søkir eftir einum námsfrøðiligum stuðli í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2020/21.

Lønarbrotið er 0,55. Starvið er í einum vanligum flokki.

Søkt verður eftir stuðli, sum:

·       undir ábyrgd leiðslunnar taka ábyrgd í dagliga virksemi skúlans

·       er rúmlig/ur og hevur ein jaligan hugburð mótvegis næmingunum

·       dugir at samstarva og áhaldandi ynskir at menna seg sjálvan og skúlan

Lønar og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Tann, ið verður settur í starv, skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Søkir ongin við skikkaðari útbúgving, kann hjálparfólk verða sett í staðin.

Námsfrøðiliga stuðulsstarvið verður lønt í lønarflokki 11-21 (frá 11-21 frá oktober í 2017)

Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokki 3-8 (frá 3-8 frá oktober í 2017)

Umsøkjarar, ið hava arbeiðsroyndir í skúlahøpi hava fyrimun.

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 14. mai 2020 kl. 12:00

Umsóknir verða stílaðar til:

Hvalvíkar skúli

Skúlavegur 1

430 Hvalvík

ella við telduposti til:

kristianna.jacobsen@skulin.fo

Tey, ið ynskja at vita meira um starvið, kunnu ringja til Kristionnu Jacobsen, fyrstalærara,

tlf. 297238n

11. 02. 2024
Kvøða
29. 12. 2023
Desember í myndum
29. 12. 2023
Vinnarin funnin
15. 12. 2023
15.desember
14. 12. 2023
14. desember
13. 12. 2023
Jóla­verkstøð
12. 12. 2023
Skúla­stýrið skrivað kunningarskriv