Tíðindi
17. 04. 2020

Skúlabyrjan og Teams

Góðu foreldur og næmingar

Nú vit byrja aftur er umráðandi, at vit fylgja nøkrum yvirskipaðum leiðreglum soleiðis, at vit fyribyrgja smittu. Í hesum sambandi fara vit at heita á tykkum foreldur og avvarðandi um at hjálpa okkum við hesum og tosa við børnini um hetta, áðrenn tey koma aftur í skúla. Tað er sera umráðandi, at børnini kenna seg trygg, og latið tí børnini vita, at tey vaksnu fara at hjálpa teimum at minnast til at gera tað, sum gerast skal í samband við fyribyrging. 

Nú vit byrja skúlagongdina so smátt hjá næmingunum í innskúlingini, hava vit hesa kunning til tykkara. Flokslærararnir hava fingið upplýst frá øllum foreldrum, um teirra barn kemur í skúla í komandi viku ella ikki. Hetta er týdningarmikið hjá skúlanum at vita, tí vit skulu gera bólkar og seta lærarar til bólkarnar.

Framyvir verður skipanin tann, at tit í seinasta lagi hósdag kl. 12.00 skulu boða flokslæraranum frá, um broytingar verða í skúlagongdini hjá barni tykkara vikuna eftir. Um barnið heldur fram, hvørt tað er heima ella í skúlanum, nýtist tykkum ikki at boða frá.

Hóast skúlin nú letur upp fyri hesum næmingum, eftir at skúlin hevur verið stongdur síðani 16. mars, koma næmingarnir ikki aftur til somu umstøður, sum tey fóru frá. Skúladagurin verður nógv broyttur, og tey fara at hava lærarar, tey ikki eru von við í onkrari lærugrein. Um vit síggja, at onkrar tillagingar mugu gerast, kunna vit tykkum á heimasíðuni. Vónandi fara tey tó øll at trívast undir hesum broyttu umstøðum.

Av heilsuávum eru nógv ymisk atlit at taka, tá ið næmingarnir koma í skúla. Skúlin hevur fingið eitt tilmæli frá korona-ráðgevingini, sum vit fara fylgja. Hetta snýr seg serliga um frástøðu og reinføri.

Mannagongdin í samband við reinføri:

- Vit vaska okkum um hendurnar, tá vit koma í skúla

- Vit spritta hendurnar, tá vit fara í fríkorter og vaska okkum um hendurnar, tá vit koma inn aftur.

- Vit vaska okkum um hendurnar, áðrenn og aftaná vit hava etið.

- Vit vaska okkum um hendurnar, tá vit hava verið á vesi.

- Vit vaksa okkum um hendurnar eftir at hava snýst okkum, ella tá vit hava hostað/nosið í hendurnar ella í eitt einnýtislummaturriklæði.

- Vit vaska okkum um hendurnar við jøvnum millumbilum (í minsta lagi annanhvønn tíma)

- Vit vaska ella spritta hendurnar, tá vit fara úr skúlanum.

Reinføri í skúlanum:

- Skúlin verður vaskaður dagliga. Hurðar, handtøk, borðini, vøsk og vesini v.m. verða sprittað hvønn dag.

- Harafturat verður vaskað og sprittað meðan næmingarnir eru í skúla. Her verður hugsað um handtøk, hurðar og ves v.m.

- Lærarin vaskar hendur ella sprittar hendur hvørja ferð, hann skiftir flokshølið. 

Vónandi kunnu tit foreldur og avvarðandi minna børnini á:

- At minnast til at halda frástøðu.

- At gerandisdagurin í skúlanum er broyttur.

- Minnast til hondreinføri.

Omanfyri nevndu leiðreglur eru komnar frá myndugleikunum, og fara vit sum skúli at fylgja hesum, so væl vit kunnu.

Vit vilja takka tykkum foreldrum fyri, at tit eisini gera tykkara besta fyri at fylgja hesum leiðreglum. Leiðreglurnar verða dagførdar, so hvørt nýggj kunning kemur, ella um broytingar koma í.

Um tit hava spurningar um eitthvørt, kunnu tit ringja til flokslæraran ella fyrstalæraran.

Um næmingur hevur sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skulu tit seta tykkum í samband við læknan, hava barnið heima og gera eftir vanligu tilmælunum um sóttarhald. Tit fáa eisini fráboðan frá skúlanum, um onkur í flokkinum, ella persónur, sum er um flokkin fær staðfest korona.

 Um tit meta, at tykkara barn er í serligum vandabólki, mugu tit tosa við læknan um, hvørt tað er ráðiligt, at barnið kemur í skúla.

Teams:

Næmingarnir hava møtiskyldu til tímarnar á Teams. Skúlin hevur ábyrgd av at skipa undirvísingina, og heimið hevur ábyrgd av, at næmingurin fylgir undirvísingini, og møtir til tímarnar.

Vit meta, at flestu tykkara hava teldu/teldil til hesa undirvísing, men um tað eru heim, sum ikki hava nakra teldu/teldil til sítt barn, skulu tit venda tykkum til flokslæraran við hesum. Skúlin vil tá útvega tykkum eina teldu til láns, so leingi hendan støðan varir.

Roknast kann við ymiskum tekniskum avbjóðingum fyrstu tíðina, tí skipanin er nýggj fyri okkum øll. Um tit hava trupulleikar við tøknini heima, mugu tit gera vart við hetta hjá læraranum. Hann kann síðani hjálpa, ella syrgja fyri, at tit fáa hjálp frá onkrum teldukønum. Vit hava ikki roynt hetta áður, og tí kann tað kennast ørkymlandi fyrstu tíðina. Men vit rokna við, at hetta kemur at virka væl, tá ið vit hava vant okkum við hendan undirvísingarhátt.

Vónandi fara vit framhaldandi at samstarva væl um hesa avbjóðing, so undirvísingin fer at virka væl, og næmingarnir framhaldandi fara at læra og mennast.

Vinarliga

Kristianna Jacobsen, fyrstilærari

12. 12. 2023
Skúla­stýrið skrivað kunningarskriv
29. 11. 2023
1. desember
12. 10. 2023
Leiðslu­skifti
29. 09. 2023
Lesi- skrivivika
20. 09. 2023
Floksins tími
22. 08. 2023
Skúlamjólk
13. 06. 2023
Fimti dagur úr kalendaranum