Tíðindi
13. 04. 2020

Skúlagongd fyri 1. - 3. fl. frá 20. apríl 2020

Góðu foreldur

Fyri at tað skal gerast møguligt at skipa okkum sum frægast í skúlanum, so er alneyðugt at vit vita, hvussu nógv foreldur taka av tilboðnum um undirvísing í skúlanum. Undirvísingin byrjar kl. 08.00 og endar kl. 12.00.

Frítíðarskúlin letur upp kl. 12.00

Kunnu tit vinarliga geva flokslæraranum boð um tykkara avger, hesum viðvíkjandi, við einum smsboði áðrenn mikudagin kl. 17.00.

Líkamikið, hvat tit avgera, so kunnu tit altíð broyta meining, men gev flokslæraranum boð áðrenn.

Um tit hava spurningar hesum viðvíkjandi, so kunnu tit ringja til fyrstalæraran á tlf. 744012.

Vinarliga skúlin

11. 02. 2024
Kvøða
29. 12. 2023
Desember í myndum
29. 12. 2023
Vinnarin funnin
15. 12. 2023
15.desember
14. 12. 2023
14. desember
13. 12. 2023
Jóla­verkstøð
12. 12. 2023
Skúla­stýrið skrivað kunningarskriv