Tíðindi
11. 04. 2020

Páskaheilsan og kunning

Góðu næmingar og foreldur

Vónandi hava tit tað øll væl. Vit høvdu eina vón, um at síggja øll aftur í skúla týsdagin 14. apríl, men so verður ikki. Vit skulu halda fram at vera saman hvør sær eina tíð aftrat. Næmingarnir fáa longda páskafrí, so eingin undirvísing verður skipað dagarnar 14.-17 apríl. Hesir dagar brúkar skúlin til at ráðleggja og skipa undirvísingina, tá ið skúlin lutvíst letur upp aftur.

Í hesum sambandi fara vit at leggja kunning á heimasetningin. Tit vera vinaliga biðin um at fylgja við á heimasetningunum hesar dagar.

Sum støðan er nú, letur skúlin upp aftur fyri næmingum í byrjanardeildini, t.v.s. 1. – 3. fl. mánadagin 20. apríl, men tað er ikki møtiskylda. Tað vil siga, at tað eru foreldrini, sum gera av, um børnini koma í skúla ella ikki. Læknaliga tilmælið er, at so nógv børn sum gjørligt verða verandi heima. Fyri næmingar, sum ikki møta í skúlanum, heldur fjarundirvísingin fram.

Fyri 4. - 6. fl. Undirvísingin heldur fram til 18. juni 2020, um eingi onnur boð koma frá politisku myndugleikunum um, at næmingarnir kunnu fara aftur í skúla.

Landsroyndirnar í 4. og 6. flokki verða fluttar til í september 2020, men verða fyri somu næmingum, sum skuldu farið til landsroynd í vár. Næmingarnir ganga tá í 5. og 7. flokki.

Umstøðurnar í skúlanum viðvíkjandi plássi, fara vit at gera so væl, vit kunnu. Vit fyrireika okkum at taka ímóti teimum næmingum, hvørs foreldur velja, at taka ímóti tilboðnum, um undirvísing í skúlanum. Skúlagongdin verður ikki eftir vanligu tímatalvuni, tí vit skulu fylgja heilsufrøðiligu tilmælunum. Kunnað verður nærri um hetta á heimasetninginum.

Vit vita ikki, hvussu leingi hendan nýggja støðan varir, tí mugu vit øll bara vera tolin og gera eftir tilmælinum frá myndugleikunum.

Vit mugu bara njóta páskahøgtíðina, ið stendur fyri framman, hóast hon helst verður hildin øðrvísi, enn vit vanliga halda hesa høgtíðina. Ansið væl eftir tykkum og hvør øðrum.

At enda fara vit at ynskja tykkum øllum einar gleðiligar páskir.

13. 06. 2023
Fimti dagur úr kalendaranum
12. 06. 2023
Fjórði dagur úr kalendaranum
05. 06. 2023
Triði dagur úr kalendaranum
30. 05. 2023
Annar dagur úr kalendaranum
22. 05. 2023
Sjósavnið
22. 03. 2023
Shrek
08. 12. 2022
Dagarnir fyri jól.