Tíðindi
30. 03. 2020

Heimaundirvísing

Góðu foreldur

Heimaundirvísingin hevur við sær, at allar arbeiðsuppgávur skúlans verða gjørdar við hús. Vit vita, at tað er ymiskt, hvussu nógva tíð tit hava at hjálpa børnum tykkara. Summi eru heima, og hava tí betur tíð, meðan onnur mugu til arbeiðis. Eisini er ymiskt, hvussu sjálvstøðugir næmingarnir eru.

Vit fara tó at heita á tykkum um at royna at halda børnunum til. Tað hevur stóran týdning, at børnini hava eitt ávíst arbeiðsreglusemi, hóast skúladagurin er nógv broyttur.

Flestu tykkara gera skúlating við tykkara børnum dagliga. Men nú skúlin er avlýstur, er tað nakað meira enn vanligt.Vónandi gongst væl at hava heimaskúla. Ætlanin er ikki at tyngja gerandisdagin hjá tykkum óneyðuga nógv. Men tað hevur stóran týdning, at tingini verða gjørd, sum standa í vikuætlanunum

Ynskja børn tykkara at gera meira enn tað, sum stendur á vikuætlanini, ber til at fara á snar.fo, har ymiskt viðkomandi tilfar er til allar aldursbólkar.

Í leiknjunum niðarfyri eru góð ráð og kunning um sosiala samveru, børn og angist, reinføri o.a.

Hetta er sent okkum tykkum til kunningar frá UMMR

Kunning til barnafamiljur.pdf      Plakat.png

Vit vóna, at hendan trupla tíðin skjótt er av, so vit aftur kunnu hittast í skúlanum til vanliga skúlagongd.

Eg fari vegna skúlan at ynskja tykkum øllum alt tað besta og góðan arbeiðshug.

Blíðar heilsanir

Kristianna Jacobsen

Fyrstilærari, í Hvalvíkar skúla

 

 

 

12. 12. 2023
Skúla­stýrið skrivað kunningarskriv
29. 11. 2023
1. desember
12. 10. 2023
Leiðslu­skifti
29. 09. 2023
Lesi- skrivivika
20. 09. 2023
Floksins tími
22. 08. 2023
Skúlamjólk
13. 06. 2023
Fimti dagur úr kalendaranum