Tíðindi
13. 03. 2020

Skriv frá UMMR

Skriv frá UMMR

Í hesi serstøðu, sum allur heimurin er komin í, verður neyðugt, at ávís starvsøki halda fram ótarnað. Her er talan millum annað um heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgvingina og innan ávísar vinnur. Hesi starvsfólk mugu røkja sínar arbeiðsligu skyldur, og hetta kann hava við sær avbjóðingar viðvíkjandi ansing.

Skúlarnir og frítíðarskúlarnir verða tí opnir fyri teimum børnum, sum ganga í forskúla, 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Hetta er ein serskipan til tey børn, hvørs foreldur røkja kjarnutænastur og ongan møguleika hava fyri ansing annars. Hesi foreldur mugu venda sær til skúlaleiðsluna.

G.G Um so er at tit ikki kunnu skipa fyri ansing av tykkara børnum, sum arbeiða í ásettu kørmum, sum landsstýrismaðurin lýsir, heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgving og ávísar vinnur, mugu tit venda tykkum til fyrstalærararn á tlf. 297238, í seinasta lagi fríggjadagin 13.03.20 kl.18.00. Hetta so skúlin kann skipa dagarnar best møguligtfyri tykkara barn.

11. 02. 2024
Kvøða
29. 12. 2023
Desember í myndum
29. 12. 2023
Vinnarin funnin
15. 12. 2023
15.desember
14. 12. 2023
14. desember
13. 12. 2023
Jóla­verkstøð
12. 12. 2023
Skúla­stýrið skrivað kunningarskriv