Tíðindi
12. 03. 2020

Skúlin stongdur

Nú løgmaður mælir til, at allir skúlar vera stongdir, steðgar øll undirvísing fyribils frá mánadegnum 16.03 til og við sunnudagin 29.03. Hetta er fyri at avmarka smittuvandan av Korona virusinum.

Í morgin fríggjadagin, er vanlig skúlagongd í Hvalvíkar skúla. Tað er av stórsta týdningi, at næmingarnir møta, soleiðis at teir kunnu taka bøkur, sum liggja í skúlanum við heim.

Lærarar skúlans koma at leggja skúlating út á vikuætlanirnar fyri tær báðar vikurnar, næmingarnir eru heima, og skulu næmingarnir fylgja henni.

Vh

Kristianna Jacobsen, fyrstilærari

11. 02. 2024
Kvøða
29. 12. 2023
Desember í myndum
29. 12. 2023
Vinnarin funnin
15. 12. 2023
15.desember
14. 12. 2023
14. desember
13. 12. 2023
Jóla­verkstøð
12. 12. 2023
Skúla­stýrið skrivað kunningarskriv