Tíðindi
12. 12. 2023

Skúlastýrið skrivað kunningarskriv

Kunning frá skúlastýrinum 

 

Hetta seinna hálvárið hevur skúlastýrið samskift nógv við Sunda kommunu um inniumhvørvið í skúlanum. Nýggjar kanningar eru gjørdar av inniluftini, sum vísa, at inniluftin er góð. Seinasta kanningin var í desember.  

 

Síðani almenna fundin, sum kommunan skipaði fyri áðrenn summarferiuna, eru fleiri tillagingar gjørdar fyri framhaldandi at tryggja góða inniluft. Tað er økt um reingerðingina, ein útsúgving er installerað í rúminum niðriundir, ið sýgur soppapartiklar út, og tað verður luftað út áðrenn fyrsta tíma og í fríkorterunum. Góðu úrslitini frá inniluftskanningini vísa, at tillagingarnar rigga.

 

Kommunan hevur kunnað skúlastýrið, at ongin størri umvæling av skúlanum verður í 2024. Tvs. at komandi skúlaár kann 1. flokkur innskrivast og ganga í skúlanum sum vanligt. Hetta skal eisini síggjast  saman við, at úrslitini frá inniluftskanningini eru góð.  

 

Frá 1. januar 2024 byrjar Malan Petersen, sum býr í Steymnesi sum nýggjur fyrstilærari í Hvalvíkar skúla. Vit ynskja henni vælkomnari og blíðan byr í sessinum, og vit gleða okkum til gott og gevandi samstarv. Vit takka verandi starvsfólkum, sum, hóast nýggj á staðnum, hava megnað at givið børnunum ein góðan, innihaldsríkan og tryggan skúladag. 

 

Skúlastýrið er sera fegið um, at úrslitini frá inniluftskanningini eru góð, og skúlastýrið fer framhaldandi at hava fokus á inniluftina og inniumhvørvið annars.  

 

Skúlastýrið ynskir tykkum eini góð og gleðilig jól. 

 

12. 12. 2023
Skúla­stýrið skrivað kunningarskriv
29. 11. 2023
1. desember
12. 10. 2023
Leiðslu­skifti
29. 09. 2023
Lesi- skrivivika
05. 09. 2023
Floksins tími:)
22. 08. 2023
Skúlamjólk
13. 06. 2023
Fimti dagur úr kalendaranum