Tíðindi
12. 10. 2023

Leiðsluskifti

Góðu foreldur og børn

Í heystfrítíðini bleiv tað kunngjørt, at Kristianna fer í eitt annað leiðarastarv týsdagin tann 16. oktober. Mánadagin kemur hon í skúlan at siga farvæl við børnini. Hóast tíðin er stutt til at venja seg við at Kristianna fer, so væntar skúlastýrið, at børnini verða glað fyri møguleikan at siga farvæl.
Vit ynskja Kristiannu alt tað besta í tí nýggja starvinum, og vilja takka henni fyri tað góða samstarvi.

Skúlastýrið fegnast um, at tað beinanvegin var ein sum vildi traðka til, og taka við uppgávuni sum fyrstilærari í Hvalvíkar skúla. Tann 16. oktober tekur Joan Kannuberg við starvinum sum fyrstilærari. Hon situr fyribils í starvinum inn til ein nýggju fyrstilærari verður settur. Vit síggja fram til eitt gott og gevandi samstarv.

Hvalvíkar skúlastýrið

12. 12. 2023
Skúla­stýrið skrivað kunningarskriv
29. 11. 2023
1. desember
12. 10. 2023
Leiðslu­skifti
29. 09. 2023
Lesi- skrivivika
05. 09. 2023
Floksins tími:)
22. 08. 2023
Skúlamjólk
13. 06. 2023
Fimti dagur úr kalendaranum