Tíðindi
19. 09. 2022

Samrøðubólkar

Samrøðubólkur byrjar aftur.

Nú er aftur møguleiki fyri at melda seg til samrøðubólk fyri børn/ung hvørs foreldur eru farin frá hvørjum øðrum. Øll børn í 2.-10. fl. eru vælkomin at melda seg til.

 

Nýggjur bólkur byrjar 20. okt.

Melda til skjótast gjørligt ella í seinasta lagi mikudagin 05. okt.

 

Tilboðið vendir sær til øll børn/ung sum hava foreldur, sum eru farin hvør til sítt, líka mikið um tað nýliga er hent ella tað liggur fleiri ár afturi í tíðini.

Samrøðubókurin er ætlaður sum eitt fyribyrgjandi tilboð. Talan er ikki um terapi, men vit vilja geva børnum og ungum møguleika til at seta sína lívsstøðu inn í eitt størri høpi. Hetta gevur teimum konkret amboð til at takla/megna tær kenslur og tankar, tey ganga og stríðast við.

At møta øðrum, sum hava upplivað okkurt líknandi teirra egna, kann hjálpa børnum og ungum í ikki at kenna seg einsamøll, skeiv ella ónormal.

Tað kostar einki at vera við í samrøðubólki. Ætlanin er, at bólkurin hittist 7 ferðir í Skúlanum við Streymin, annanhvønn hósdag frá kl 13.30-15.00

Tit kunnu ringja ella skriva til okkum á tlf. 584538 katrin.hoejsted@skulin.fo

ella tlf. 562378 klarat@gigni.fo

 

Blíðar heilsanir

Katrin Højsted, AKT lærari og Klara í Túni Jakobsen, heilsufrøðingur

               

08. 12. 2022
Dagarnir fyri jól.
23. 11. 2022
Innbjóðing til SSP
22. 11. 2022
Pynta stovurnar
10. 11. 2022
Mín jólabók
02. 11. 2022
Læraradagur
25. 10. 2022
SSP
07. 10. 2022
Skúla­myndir