Tíðindi
11. 11. 2019
Katrina fekk heiðursmerki
Týsdagin 05.11.19 fekk Katrina Svartá handað heiðursmerki frá Margrethe 2 drotning.
Katrina Svartá hevur verið vaskikona í Hvalvíkar skúla í 40 ár og er tað enn í dag.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri, segði nøkur orð á kommunuskrivstovuni og handaði síðani Katrinu heiðursmerkið frá Margrethu drotning 2.
Sjúrður Ferjá, fyrrverandi fyrstilærari og kommunustýrisformaður í Hvalvíkar kommunu, segði eisini nøkur orð. Tað var hann í síni tíð, sum setti Katrinu í starv sum vaskifólk í Hvalvíkar skúla.
Hetta er fyrstu ferð, at starvsfólk í Sunda kommunu fær slíkan heiður. Vit vilja ynskja Katrinu hjartaliga til lukku við heiðrinum.
11. 02. 2024
Kvøða
29. 12. 2023
Desember í myndum
29. 12. 2023
Vinnarin funnin
15. 12. 2023
15.desember
14. 12. 2023
14. desember
13. 12. 2023
Jólaverkstøð
12. 12. 2023