Tíðindi
02. 09. 2021
Lesing - ein góð byrjan
Góðu foreldur og næmingar
Næmingarnir hava í dag fingið ein bókling heim við frá UMMR.
Vit vita, at lesiførleiki er ein av hornasteinunum, tá vit skulu skapa umstøður hjá tí einstaka næminginum fyri at mennast og læra og møguleikar at velja síni áhugamál, at luttaka í samfelagnum, at velja sína yrkisleið og at fáa atgongd til heimsins bókmentir.
Harumframt hevur lesing stóra ávirkan á trivnað barnsins, tí sum rithøvundurin C.S. Lewis segði: "Vit lesa fyri at vita, at vit ikki eru einsamøll".
Hesin bóklingur er enn eitt stig í raðfestingini at menna og skapa góðar lesivanar og at stimbra lesingina í innskúlingini.
14. 06. 2022
Dagarnir fyri summarfrítíðina
03. 02. 2022
Skúladagarnir í viku seks
28. 01. 2022
Skúladagarnir í v. 5
10. 12. 2021
Kunning um dagarnar fyri jól.
29. 11. 2021
Korona/sóttarhald
27. 11. 2021
Korona
08. 11. 2021