Samrøðubólkar
Samrøðubólkur byrjar aftur.
Nú er aftur møguleiki fyri at melda seg til samrøðubólk fyri børn/ung hvørs foreldur eru farin frá hvørjum øðrum. Øll børn í 2.-10. fl. eru vælkomin at melda seg til.
Nýggjur bólkur byrjar 23. sep. Enn eru nøkur pláss eftir.
Melda til skjótast gjørligt ella í seinasta lagi fríggjadagin 10. sep.
Tilboðið vendir sær til øll børn/ung sum hava foreldur, sum eru farin hvør til sítt, líka mikið um tað nýliga er hent ella tað liggur fleiri ár afturi í tíðini.
Samrøðubókurin er ætlaður sum eitt fyribyrgjandi tilboð. Talan er ikki um terapi, men vit vilja geva børnum og ungum møguleika til at seta sína lívsstøðu inn í eitt størri høpi. Hetta gevur teimum konkret amboð til at takla/megna tær kenslur og tankar, tey ganga og stríðast við.
At møta øðrum, sum hava upplivað okkurt líknandi teirra egna, kann hjálpa børnum og ungum í ikki at kenna seg einsamøll, skeiv ella ónormal.
Tað kostar einki at vera við í samrøðubólki. Ætlanin er, at bólkurin hittist 7 ferðir í Skúlanum við Streymin, hósdagar frá kl 13.00-14.30 í tíðarskeiðnum frá 23. sep. til 16. des.
Freistin hesaferð at melda til er fríggjadagin 10. sep. Tit kunnu ringja ella skriva til okkum á tlf. 584538 katrin.hoejsted@skulin.fo ella tlf. 562378 klarat@gigni.fo
Blíðar heilsanir
Katrin Højsted, AKT lærari og Klara í Túni Jakobsen, heilsufrøðingur