LEYVUKONGURIN
Vit fara at hyggja at sangleikinum Leyvukongurin, sum e-Nám Sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla framførir í Mentanathúsinum í Fuglafirði. Næmingarnir, sum framføra eru úr Fuglafjarðar skúla og skúlanum við Streymin. Sýningin er mikudagin 07.04.2021 kl.12:15. Leikurin varir umleið 2 tímar, og er bygdur á Disneyteknifilmin The Lion King Musical frá 1994.
Bussur koyrir frá Hvalvíkar skúla og setir næmingarnar av aftur við Hvalvíkar skúla. Kostnaður fyri leikin er 50,- kr. Vinarliga legg peningin í ein brævbjálva og skriva navn barnsins á hann.
Vinarliga Heilsan
Kristianna Jacobsen
Fyrstilærari