Tíðindi
16. 03. 2021

Lesi-/skrivivika

Góðu foreldur!

Vika 12 verður ein tímatalvuleys vika, har dagurin byrjar klokkan 08.00 og endar kl. 11.30. Hesa vikuna fara vit at hava eitt lesi- og skriviátak, har føroyskt er í brennideplinum.

Vit fara at nýta ymsar frálæruhættir, eitt nú spøl, rørslu v.m. Eisini fara vit at lesa og skriva. Næmingarnir fara at arbeiða einsæris og í bólkum. Tá vikan er liðug, hava næmingarnir nomið sær arbeiðshættir á ein øðrvísi og stuttligan hátt.

Endamálið við hesum átakið, er m.a. at stimbra lesihugin og víðka um orðfeingið hjá næmingunum.

09. 06. 2021
Vika 24
09. 06. 2021
Vika 24
31. 05. 2021
Avlýsing
31. 05. 2021
Avlýsing
30. 05. 2021
Vitja Hósvíkar skúla
20. 05. 2021
Evnisvika
04. 05. 2021
Samstarv