Tíðindi
01. 02. 2021

Roknivika

Góðu foreldur!

Vika 6 verður ein tímatalvufrí vika, har dagurin byrjar klokkan 08.00 og endar kl. 11.30. Hesa vikuna fara vit at hava eitt rokniátak, har rokning og framferðarhættir eru í brennideplinum.

Vit fara at nýta ymsar frálæruhættir, eitt nú spøl, rørslu v.m. Eisini fara vit at rokna og loysa ymsar uppgávur við ymsum mannagongdum. Næmingarnir fara at arbeiða einsæris og í bólkum. Tá vikan er liðug, hava næmingarnir nomið sær fleiri arbeiðshættir á ein øðrvísi og góðan hátt.

Endamálið við hesum átaki, er m.a. at stimbra rokniáhugan og geva næmingunum fleiri hættir at loysa ymisk sløg av rokniuppgávum.

Vit viðmæla at næmingarnir lata seg í eftir veðrinum, tí vit fara eisini at loysa uppgávur uttandura.

Vinarliga 

Hvalvíkar skúli

 


 

 

 

11. 02. 2021
Týsdagin 16 feb.
01. 02. 2021
Roknivika
15. 01. 2021
Innskriving til fyrsta flokk
15. 12. 2020
Kirkjugongd
11. 12. 2020
Jólagáva
08. 12. 2020
Skrá fyri viku 51
23. 11. 2020
Horn-undirvísing