Tíðindi
08. 12. 2020

Skrá fyri viku 51

Skrá fyri viku 51 í Hvalvíkar skúla

Mán. – hós. byrja dagarnir kl. 08:00 og enda kl. 11:20

Mánadag og týsdag eru verkstaðir á skránni. Vit fara millum annað at baka, spæla borðspøl, klippa og ein verkstaður er fakligur.

Mikudagin fara vit at lurta eftir søgu og hyggja at einum jólafilmi (tað er loyvi at taka sær okkurt góðgæti við, meðan vit hyggja at filminum ????).

Hósmorgun eta vit morgunmat saman og hava jólahugna í stovunum. Vit enda dagin við at syngja dansa um jólatræið. Møguliga kemur jólamaðurin við einum pakka. ????

Fríggjamorgun kl. 09:00 fara vit í kirkju.

So er jólafrí. Vit hittast aftur mánamorgun 04.01.2021 kl. 08:00

Hósdagin taka næmingarnir sítt jólapynt heim við. (Gott at taka eina tasku/posa við tann dagin)

Vegna Koronu er ongin jólahugni saman við foreldrum/verjum í ár.

11. 02. 2024
Kvøða
29. 12. 2023
Desember í myndum
29. 12. 2023
Vinnarin funnin
15. 12. 2023
15.desember
14. 12. 2023
14. desember
13. 12. 2023
Jóla­verkstøð
12. 12. 2023
Skúla­stýrið skrivað kunningarskriv