Tíðindi
02. 10. 2020

Lesi- og skriviátak

Góðu foreldur!

Vika 41 verður ein tímatalvuleys vika, har dagurin byrjar klokkan 08.00 og endar kl. 11.50. Hesa vikuna fara vit at hava eitt lesi- og skriviátak, har føroyskt er í brennideplinum.

Vit fara at nýta ymsar frálæruhættir, eitt nú spøl, rørslu v.m. Eisini fara vit at lesa og skriva. Næmingarnir fara at arbeiða einsæris og í bólkum. Tá vikan er liðug, hava næmingarnir nomið sær arbeiðshættir á ein øðrvísi og góðan hátt.

Endamálið við hesum átakið, er m.a. at stimbra lesihugin og víðka um orðfeingið hjá næmingunum.

Vinarliga 

Hvalvíkar skúli

11. 02. 2024
Kvøða
29. 12. 2023
Desember í myndum
29. 12. 2023
Vinnarin funnin
15. 12. 2023
15.desember
14. 12. 2023
14. desember
13. 12. 2023
Jóla­verkstøð
12. 12. 2023
Skúla­stýrið skrivað kunningarskriv