Tíðindi
02. 10. 2020

Samrøðubólkar

Nú byrjar samrøðubólkur aftur.

Nú er aftur møguleiki fyri at melda seg til samrøðubólk fyri børn/ung hvørs foreldur eru farin frá hvørjum øðrum. Øll børn í 2.-10. fl. eru vælkomin at melda seg til.

 

Nýggjur bólkur byrjar 4. nov. fyri børn í 6.-8. fl. Enn eru nøkur pláss eftir.

Melda til skjótast gjørligt ella í seinasta lagi týsdagin 27. okt.

Vit fara at hava bólk fyri aðrar aldrar eisini.

 

Tilboðið vendir sær til øll børn/ung sum hava foreldur, sum eru farin hvør til sítt, líka mikið um tað nýliga er hent ella tað liggur fleiri ár afturi í tíðini.

Samrøðubókurin er ætlaður sum eitt fyribyrgjandi tilboð. Talan er ikki um terapi, men vit vilja geva børnum og ungum møguleika til at seta sína lívsstøðu inn í eitt størri høpi. Hetta gevur teimum konkret amboð til at takla/megna tær kenslur og tankar, tey ganga og stríðast við.

At møta øðrum, sum hava upplivað okkurt líknandi teirra egna, kann hjálpa børnum og ungum í ikki at kenna seg einsamøll, skeiv ella ónormal.

Tað kostar einki at vera við í samrøðubólki. Ætlanin er, at bólkurin hittist 7 ferðir í Skúlanum við Streymin, mikudagar frá kl 13.00-14.30 í tíðarskeiðnum frá 04. nov. til 24. feb.

Freistin hesaferð at melda til er týsdagin 27. oktober.

Tit kunnu ringja ella skriva til okkum á tlf. 584538 katrin.hoejsted@skulin.fo

ella tlf. 562378 klarat@gigni.fo

 

 

Blíðar heilsanir

Katrin Højsted, AKT lærari og Klara í Túni Jakobsen, heilsufrøðingur

 

13. 06. 2023
Fimti dagur úr kalendaranum
12. 06. 2023
Fjórði dagur úr kalendaranum
05. 06. 2023
Triði dagur úr kalendaranum
30. 05. 2023
Annar dagur úr kalendaranum
22. 05. 2023
Sjósavnið
22. 03. 2023
Shrek
08. 12. 2022
Dagarnir fyri jól.